Várperla verður partur av nýggja Borg á Glyvrum

Hetta eru eigararnir, Anna og Rodmundur, blivin samd um.

 

Tíðindaskriv:

 

Eftir ætlan flytir Borg inn í nýggja og sera snotiliga bygningin á Glyvrum tíðliga í summar, og nú kunnu vit kunngera, at Várperla flytir við.

Báðir partar eru fegnir um hesa avtalu, sum er komin upp í lag og serliga fegnast Anna um at koma inn í nýggj og størri hølir, sum verða við til, at úrvalið hjá Várperlu á fleiri økjum kann gerast munandi størri og betri. 

Várperla letur sostatt upp í nýggjum hølum hjá Borg, sama dag sum Borg á Glyvrum letur upp.

Borg og Várperla eru spent uppá hetta nýggja samstarvið og at taka ímóti trúgvu viðskiftafólkunum í nýggjum og flottum umstøðum á Glyvrum.