Várvónir á Tvøroyri

Gekk mær pálmasunnudagstúr. Byrjaði við stórhøllina við Tjarnir, gekk eitt petti eftir nýggju stóru og breiðu vegunum í Hoyvíkshaganum, sum føra til tunnilsmunnan við Villingardalsvegin, snaraði síðan og gekk fram við stóra nýmótans bóndagarðinum á Vatnaskørðum, niðan til størstu drekkivatnsgoymsluna í Føroyum og fram við størstu vindmyllulundunum í Føroyum, áðrenn eg vendi heimaftur til Havnar fram við tunnilsmunnanum Marknagilsmegin, Hotel Føroyum og gjøgnum plantasjuna.

 

So nógv virksemi á so lítlum øki. Her er ikki bara hugsað stórt, her er eisini handlað stórt.

 

Hevur tú tilknýti til Tvøroyri, og droymir tú stórar dreymar um framtíðina í Føroyum, mást tú bara gleðast um tíðindini, sum hava verið at hoyrt hesa seinastu vikuna.

 

Matvøruvirki Varðin Pelagic

 

Fyrst vóru tað tíðindini um, at øll loyvi nú loksins eru upp á pláss, og at fólkini aftan fyri matvøruvirkið hjá Varðanum Pelagic endiliga kunnu átaka sær ta heiðurligu og samfelagsgagnligu uppgávuna at byggja virkið út. Útbyggingin skal gera enn størri gagn av tí hágóðsku rávøru, sum uppsjóvarflotin førir til lands fyri ein stóran part úr føroyskum havøki.

 

Tvøroyrar Býráð

 

Síðan hoyrdu vit sera upplyftandi prátið við borgarstjóran á Tvøroyri í D&V fríggjakvøldið.

 

Ambitiónirnar vóru høgar, ikki bara vegna Tvøroyri og Suðuroynna, men eisin vegna Føroyar sum heild.

 

Suðuroyartunnilin kemur. Og grótið úr honum kann gera ein slætta á stødd við 20 fótbóltsvøllir fram við sunnara armi á Trongisvágsfirði! Tosað var um stóra vatngoymslu og um samband við grannalondini sunnan fyri okkum.

 

Øll vita, at nógvur vindur er í Føroyum. Nýggjastu vindmyllurnar framleiða meiri elorku enn nakra aðrastaðni í heiminum.

 

Menningin av havvindmyllum gongur skjótt, og millum tey allarfremstu á hesum økinum eru londini næst okkum – Ongland, Skotland, Hetland og Noreg.

 

Tað ber til at hugsa stórt, til dømis at ímynda sær eina stóra vindmyllulund við flótandi havvindmyllum eystan fyri Suðuroynna, nóg stóra til at hon kann framleiða fleiri ferðir alla ta orkunøgd, sum Føroyar hava tørv á - bæði á landi og sjógvi. Ein møguleiki er at føra elorkuna á land á Tvøroyri og har millum annað framleiða brennievni ammoniakk úr vatni og luft!

 

Eg ynski tvørafólki og suðringum góða eydnu í teimum spennandi tíðunum, sum eru fyri framman.

 

 

 

Kári M. Mortensen