Av hesi orsøk var partur av sendingunum í KVF sunnudagin merktur av samtalu og prædiku um dóp.
Útsagnir í KVF
Í endanum á sendingini „Skrivað stendur“ varð sagt:
„Vit trúgva tað, at í dópinum so verða vit gróðursett í Honum (Jesusi) og fáa felagsskap við Honum til nakað, sum er enn størri, sum vit merkja av og á í okkara foldarlívi.“
Og í prædikuni í Hoyvíkar kirkju vóru millum onnur hesi brot at hoyra:
„Og júst við dópinum gongur Jesus undir somu kor, sum vit menniskju gera, tá ið vit í dópinum taka við tí náði, ið okkum verður boðin.“
„Tí við dópinum fáa vit tað, sum vit í gomlum døgum kallaðu tað, at fáa barnakor hjá Jesusi.“
„Og so kunnu vit kanska kjakast um, nær vit skulu doypast o.s.fr. – nær tað er rættast.“
„Tí í dópinum eru vit øll børn, Guds børn, og ein og hvør dópur – eisini fyri vaksin – er í grundini ein barnadópur.“
„Men tað er sum børn, vit koma inn í Guds ríki, eisini sum vaksin. Við dópinum verða vit innlimað í kirkjuliðið, har vit sum kristin menniskju hoyra, at vit skulu elska okkara næsta.“
Hvat fáa vit í dópinum?
Sambært tí, sum varð borið fram seinasta sunnudag í KVF, er greitt, at tað er í dópinum:
- vit verða gróðursett í Kristusi.
- vit taka við náði Guds.
- vit fáa Anda Guds.
- vit fáa barnakor hjá Jesusi.
- vit verða innlimað í kirkjuliðið.
Eru áðurnevndu útsagnir grundaðar á orð Guds?
Jesus gav boð um at gera øll fólkasløg til lærisveinar (Matt. 28,19). Hvussu fer tað fram? Tað fer fram við kunngeringini av evangeliinum og móttøkuni av tí – og ikki við at doypa menniskju.
Tá ið tú lesur gjøgnum Bíbliuna, er sólarklárt, at vit fáa ævigt lív, gerast børn Guds, við trúgv á evangeliið og ikki við verkum ella halgisiðum. Kendasta versið í Bíbliuni – Jóhannes 3,16 – sigur tað so greitt:
„Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“
Fingu Andan, tá ið tey tóku við trúgv
Tá ið Pætur ápostul kunngjørdi teimum í húsi Korneliusar evangeliið um Jesus, lesa vit (Áp. 10,44):
„Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fall Heilagi Andin á øll, ið orðið hoyrdu.“
Tey fingu Heilaga Andan, tá ið tey hoyrdu evangeliið og tóku við tí! Tá fingu tey barnakor hjá Gudi! – Tá ið tað var farið fram, beyð Pætur, at tey skuldu verða doypt í vatni!
Í Efesusbrævinum sigur Paulus (Ef. 1,13):
„Í Honum hava eisini tit, táið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var,“
Hvat prædikaði Paulus?
Paulus slær fast í Rómbrævinum (Róm. 5,1):
„Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.“
Viðvíkjandi dópinum sigur Paulus við korintmenn (1. Kor. 1,17-18):
„Kristus sendi meg jú ikki at doypa, men at kunngera evangeliið, ikki við vísum orðum – fyri at krossur Kristusar skuldi ikki missa kraft sína. Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.“
Paulus heldur fram (1. Kor. 2,1-2):
„Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.“
Hetta var boðskapur Paulusar, og hetta er boðskapurin, ið vit skulu bera fram – um hin krossfesta Jesus og trúnna á Hann. Tað er tann boðskapurin, sum frelsir eitt menniskja!
Er dópurin týdningarleysur?
Dópurin er ikki týdningarleysur, hóast hann ikki ger okkum til Guds børn! Men tá ið eitt menniskja kemur til trúgv á Jesus, skal tað lata seg doypa. Tað er boð Harrans, sum vit eiga at lýða (Matt. 28,19).
Dópurin er ein sterkur vitnisburður fyri heiminum og fyri andaherinum í himmalrúminum um, at vit hava valt Jesus sum okkara Harra og Frelsara. Hesin almenni vitnisburður er so sterkur, at í myrku miðøld og enntá eftir trúbótina blivu tey atsøkt og dripin, ið lótu seg doypa, tá ið tey tóku við trúgv.
Dópurin ein forðing til frelsu?
Ofta verður sipað til hetta brotið hjá Matteusi, tá ið dópur av børnum fer fram (Matt. 19,13-15):
„Tá vórðu smá børn førd til Hansara, fyri at Hann skuldi leggja hendurnar á tey og biðja; men lærisveinarnir høvdu at teimum. Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“ So legði Hann hendurnar á tey og fór haðani.“
Sagt verður onkuntíð, at vit „forða børnum at koma til Jesus við ikki at doypa tey“. Men eg eri ræddur fyri, at júst við barnadópinum kunnu vit forða menniskjum at koma til Jesus!
Tú spyrt kanska hvussu? – Heldur tú, at tey, sum hava fingið at vita, at tey vórðu endurfødd í dópinum, síggja nakran tørv á at koma til persónliga trúgv á Jesus? Munnu tey ikki hvíla í, at øll tey ævigu viðurskiftini vórðu avgreidd tá!
Ikki mangir av tykkum verði lærarar!
Jákup sigur í brævi sínum (Ják. 3,1):
„Brøður mínir! Ikki mangir av tykkum verði lærarar! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm.“
Og Paulus sigur við tey í Galatia, sum vóru farin at byggja frelsu á umskering (Gal. 1,9-10):
„Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður! Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.“
Kunngera vit í prædiku okkara dóp til frelsu, so koma vit at fáa ein strangan dóm, tí við tí boðskapinum leiða vit menniskju burtur frá persónligu trúnni á Jesus. Tað verður øgiligt hjá okkum ein dag at møta upp hjá Gudi, um vit við einum rongum boðskapi hava leitt menniskju burtur frá Harranum Jesusi og trúnni á Hann.
Kæri lesari
Avgerandi spurningurin er ikki, um tú ert doyptur sum barn ella sum vaksin. Tað, sum er avgerandi, er, um tú hevur tikið ímóti Jesusi sum persónliga Frelsara tínum.
Ápostulin Jóhannes sigur (Jóh. 1,11-12):
„Hann kom til Sítt egna, men Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum. Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;“
John í Skemmuni