Verið góð við okkara íverksetarar

Vesturlendsk hagtøl vísa, at bert eini 15-20% av fólki hava lyndi, hug og dirvi til at royna seg sum íverksetarar.

 

 

 

Tey vága nógv og tveita seg út í eina óvissa tilveru uttan 'inntøkutrygd'.


Eg havi sjálv verið sjálvstøðug vinnurekandi síðani eg var 21 ár (í 10 ár). Innan fitness- og heilsuvinnuna (kropsliga og sálarliga). Síðani havi eg arbeitt sum skrivari hjá Fólkaflokkinum við síðunar av lesnaðinum. 

 

 

 

Eini 85% av fólki, vísa somu hagtøl, hava sonevnt 'funktionerlyndi'. Vit velja 'inntøkutrygd' í almennum ella privatum starvi við sáttmálaløn fram um persónligt (men ofta ótrygt og strævið)  'frælsi´ uttan trygdarnet undir sær.

 

 

 

Politikkur snýr seg, sum vera man, um at stuðla okkum, sum velja nevndu trygd við avmarkingum í inntøku millum hægstu og lægstu lønarkarmar.

 

 

 

Kann skoyta uppí her, at altjóða sonevndi 'Gini-koefficienturin' prógvar, at Føroyar við vísitalinum 22, hevur minsta mun millum hægstu og lægstu inntøkubólkar av heimsins 190 londum.

 

 

 

Summir íverksetarar klára seg betur úti í fríu vinnuni enn onnur. Hesi seinnu mugu so royna aftur ella okkart annað.

 

 

 

Tað er ikki pláss fyri okkum øll í tryggum almennum starvi við fastari løn.

 

 

 

Okkum tørvar so inniliga nógv fólk, ið bróta  trygdar-sonu og royna seg í vinnulívinum, tí tey og teirra starvsfólk gjalda 60% av skattainntøkunum hjá landi og kommunu.

 

 

 

Okkara nýggju og smærri íverksetarar, fleiri 100 í tali, hava fyri neyðini at hava somu skattligu og sosialu treytir sum meirilutin av landsins inntøkutryggjaðu veljarum hava.


Fólkaflokkurin raðfestir sjálvstøðug vinnurekandi í valskránni. M.a ynskja vit at:


- Tryggja vinnurekandi og íverksetarum vinnuvegleiðing og hjálp til egið virki. Her verður serliga hugsað um hjálp og vegleiðing í samskiftinum við myndugleikarnar.


- Færri fíggjarligar byrðar verða lagdar á sjálstøðug vinnurekandi og smærri fyritøkur, soleiðis at teirra vøkstur ikki er avmarkaður.


- Sjálvstøðug vinnurekandi skulu vera betri stillaði ímun til barsilsskipanina.


- Kringvarpsgjaldið til fyritøkur skal takast av. 

 

Veljið Fólkaflokkin.

 

X við Monu Breckmann Wescott