Enn er russki trolarin Melkart 2 ikki komin á Klaksvík. Skipið er vælkomið í føroyskar havnir, hóast bæði ES og Noreg hava banna skipum hjá hesum reiðarínum – og júst hesin skipinum, atgongd í teirra sjógv.
Við Sosialin sigur Aksel V. Johannesen, at støða verður tikin til hesi seinastu tiltøkini hjá ES og Noreg eftir ólavsøku, tí tað er so trupult at kalla tingið saman nú.
Melkart 2 liggur í løtuni nakrar fjórðingar eystur úr Borðavík, har tað í løtuni siglir við 2 míla ferð. Skamt frá trolaranum fylgir danska verjuskipið HDMS Knud Rasmussen.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum í gjár var í Kyiv og heilsaði upp á ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskyj, sigur, at landsstýrið hevur ikki heimild at nokta skipinum atgongd til føroyskan sjógv ella føroyskar havnir.
##med2##