Forsætisráðharrin í Ukraina leggur frá sær

Forsætisráðharrin í Ukraina, Denys Shmyhal, boðaði í dag frá, at hann leggur frá sær.

Denys Shmyhal boðar frá, at hann gevst sum forsætisráðharri í Ukraina. Valodymyr Zelensky, forseti, hevur skotið upp, at hann verður verjumálaráðharri í staðin. - Mynd: Geoffroy Van Der Hasselt/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Reuters.

Fráboðanin kemur dagin eftir, at Volodymyr Zelensky, forseti, boðaði frá á sosiala miðlapallinum X, at hann vil hava ein nýggjan forsætisráðharra.

Her hevur hann víst á búskaparráðharran og varaforsætisráðharran Yuliu Svyrydenko.

Fyri at Svyrydenko skal góðkennast sum nýggjur forsætisráðharri í landinum, krevst góðkenning frá landsins tjóðartingi.

Samstundis hevur Zelensky skotið upp, at Denys Shmyhal tekur við nýggjum starvi í stjórnini og verður nýggjur verjumálaráðharri í krígsrakta landinum.

/Ritzau/