Við stórsigri legði KÍ trýst á B36

TB kløkkaði KÍ beinanvegin, men meistararnir reistu seg og vunnu at enda tryggan sigur

Tað er stutt millum KÍ dystirnar. Í dag var KÍ í Trongisvági. Dreymurin hjá pressaðu meistarunum er sjálvandi, at tað skal eydnast at vinna onkran lættan sigur, so onkrir av lyklaspælarunum kunnu taka sær av løttum.

 

KÍ vann í dag 5-1. Stórsigurin ber við sær, at tað er trýst á B36, sum í annaðkvøld verður partur av grannauppgerð í Gundadali. B36 er einasta felagið, sum av álvara hevur møguleika at hótta KÍ í FM stríðnum.

 

Tað var neyðugt hjá KÍ at brúka nógva orku, áðrenn sigurin var komin undir land.

 

TB legði fyri sum eitt ódnarveður, og áðrenn tríggir minuttir vóru farnir, var heimaliðið frammanfyri 1-0.

 

TB gjørdi skjótt av, tá ið nógvir klaksvíkingar vóru frammarlaga í sambandi við hornaspark. Fínt og hugflogsríkt álop endaði við, at Onyekachi Hope Ugwuadu, sum í dag var álopskendur í vinstru, sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann sneiddi innfyri, og har datt bólturin út til miðvallaran Rógva Joensen, sum staddur mitt fyri smekkaði bóltin mitt í málið.

 

Hetta var skelkur fyri KÍ, sum noyddist at skifta tveir skaddar spælarar út, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Jóannes K. Danielsen og Luc Kassi noyddust av vøllinum, og í teirra stað vórðu settir Mads Bo Mikkelsen á vongverjan í høgru og Jákup B. Andreasen, sum var ætlaður at hava lættan dag á kontórinum, á kenda sentrala miðvallarplássið.

 

Tá var støðan 1-1. Odmar Færø og Vegard Forren vóru miðverjar í 4-3-3 spælskipan, og teir vórðu báðir málskjúttar. Vegard Forren javnaði eftir eitt korter til 1-1 eftir deyðbólt og eitt sindur av aftur og fram.

 

KÍ var mest sum alla tíðina á bóltinum, og TB spælararnir vóru síðstu løtuna undan steðginum ágangandi og royndu viðhvørt at pressa frammarlaga.

 

Eftir steðgin sást tað væl, at talan var um meistaralið, sum eigur leiklut í Europa samstundis sum tað verður arbeitt við at verja oddasessin, meðan TB, sum ongar royndar spælarar hevði á beinkinum, stríðist fyri at verja plássið í bestu deildini.

 

Mads Bo Mikkelsen legði seks minuttir eftir steðgin KÍ á odda 2-1. Uppleggið átti Patrick Da Silva, sum ofta var eyðsýndur í uppspælinum í vinstru. Miðskeiðis í 2. hálvleiki var tað Odmar Færø, sum við nærra stólpa og við høvdinum stýrdi bóltin dygst inn við stólpanum eftir horna úr høgru, sum Árni Frederiksberg tók sær av. Og so datt TB heilt saman, meðan gestirnir høvdu bóltin.

 

Árni Frederiksberg umsetti brotsspark til 4-1, og so var tað innskifti liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum úr 17 metrum og við innarusíðuni setti bóltin upp í nettakið.

 

Mikukvøldið fer KÍ norður til Eiðis at spæla. Næsti dysturin hjá TB verður sunnudagin, tá ið EB/Streymur verður gestur við Stórá.