VIDEO: Heimildarfilmur um ungu føroysku hondbóltsstjørnurnar

(Video) Síggj heimildar-stuttfilmin "Strong by Heart" hjá evropeiska hondbóltssambandinum

Evropeiska hondbóltssambandið, EHF hevur eina rás á YouTube sum er sera virkin.

 

Seinasti heimildar-stuttfilmurin: "Strong by Heart" er um ungu føroysku hondbóltsstjørnurnar, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Paula Jacobsen og Óla Mittún.

 

Í filminum greiða teir fýra frá saman við U21-landsliðsvenjaranum, Julian J. Johansen. Filmurin er á enskum, og hevur góð brot frá landsdystum, serliga frá minniliga 33-32 sigrinum á Danmark undir U20 EM-endaspælinum í fjør.

 

Filmurin sæst her:

 

##med2##