VIDEO: Hillerød tryggjaði sær javnleik í yvirtíðini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Hillerød-AaB 2-2 (1-2)

 

Adrian R. Justinussen var 73 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød tryggjaðu sær javnleik 2-2 móti gamla stórliðnum, AaB í heimadysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Beint undan korterinum legði AaB seg á odda 1-0. 10 minuttir undan steðginum javnaði Victor Dedes til 1-1, men í tíðini dómarin legði aftrat undan steðginum legði AaB seg á odda 2-1.

 

Tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin legði aftrat javnaði Hillerød til 2-2 við einum sjálvmáli. 

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini hjá Viasat frá dystinum. Onkur góð skotroynd hjá Adriani sæst í brotinum.

 

Hillerød hevur fýra stig fyri tveir dystir.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Hillerød dyst á útivølli móti B93.