Ovfarakætið var stórt í Wunderino høllini í Kiel, tá Rune Dahmke skoraði sítt einasta mál, ið gjørdist sigursmálið til 26-25 beint undan dystarloki í Champions League dystinum móti norska liðnum, Kolstad.
Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Kolstad á odda 25-24, men tað eydnaðist Kiel at koppa dystin teirra veg.
Kiel er fremst í bólki A við 15 stigum. Aalborg og Kielce hava 12 stig hvør.
Elias skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum millum Kiel og Kolstad:
##med2##