Øll umboðini fyri tey 37 londini trinu fram á grønbláa leyparanum, sum siður er.
Í annaðkvøld verður fyrra hálvfinalan og hóskvøldið tann seinna. Og tá skal Reiley á pallin at kappast um at verða millum tey 10, sum sleppa víðari til endaligu finaluna leygarkvøldið. Pláss er fyri 26 londum í finaluni.
Í Danmark eru tey spent, tí Danmark hevur ikki havt umboð í finaluni síðani 2019.
Myndirnar hjá Ritzau tók Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix