VIDEO: Samandráttur Skanderborg Århus-Granollers 25-30 (13-16)

(Video) Áttandapartsfinalan bleiv endastøðin hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Skanderborg Århus

Almenna YouTube-rásin hjá EHF, Eurohandball hevur lagt út ein samandrátt av seinnu EHF European League áttandapartsfinaluni millum Skanderborg Århus og Granollers úr Spania.

 

Aftaná 34-32 sigur á útivølli tapti Skanderborg Århus í kvøld 25-30 fyri spanska liðnum, Granollers á heimavølli. Granollers vunnu sostatt ein samlaðan 62-59 fjórðingsfinalusigur. Í steðginum var Granollers á odda 16-13. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum var støðan 27-25 til Granollers, og samlað javnleikur 59-59. Men seinastu minuttirnar gekk av skriðuni. Granollers skoraðu trý mál og tryggjaðu sær ein samlaðan sigur.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum:

 

##med2##