VIDEO: Soleiðis vann Danmark seg í HM-fjórðingsfinalurnar

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Póland-Danmark 22-32 (12-15)

Í Danmark anda tey lættan um tryggjaði fjórðingsfinaluplássið í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.

 

Aftaná skelkandi tapið fyri Japan farna hóskvøld vann Danmark sannførandi á Pólandi, og tað tryggjaði, at Danmark verður í minsta lagi næstfremst í millumbólki 3. 

 

Týskland er fremst við átta stigum og Danmark hevur seks stig. Rumenia og Póland hava fýra stig hvør, men hava bæði tapt móti Danmark og kunnu tí ikki taka annað plássið aftur. Japan er nummar fimm við tveimum stigum, og Serbia er aftast við ongum stigi.

 

Póland – Danmark 22-32 (12-15)

 

Póland : Aleksandra Rosiak 6, Magda Balsam 4, Dagmara NocuŃ 3, Sylwia Matuszczyk 3, Emilia GaliŃska 3, Marlena UrbaŃska 2, Monika KobyliŃska 1.

 

Danmark : Trine Østergaard Jensen 5, Kristina Jørgensen 5, Louise Katharina Burgaard 4, Anne Mette Hansen 4, Sarah Aaberg Iversen 3, Helena Elver Hagesø 2, Simone Cathrine Petersen 2, Kathrine Brothmann Heindahl 2, Andrea Ulrikka  1, Mie Enggrob Højlund 1, Rikke Iversen 1, Emma Cecilie Uhrskov Friis 1, Line Haugsted 1.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Póland og Danmark:

 

##med2##