Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin tóku móti Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgunum í Flensburg-Handewitt í dysti í týsku bundesliguni.
Füchse Berlin vann dystin rættiliga greitt 36-31. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 19-16.
Hákun var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Jóhan skoraði tvey mál fyri útiliðið.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 2:02 minuttir sæst Hákun skora frá sera torførum vinkuli, og við 2:16 minuttir sæst Jóhan skjóta eitt gott mál:
##med2##