Í fjør skrivaðu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali søgu við at vinna European Cup.
Nú er kvinnuliðið hjá Vali, ið hevur føroyska málverjan, Silju A. Müller í hópinum í holt við at endurtaka bragdið hjá mansliðnum.
Ígjár vann Valur í fyrru fjórðingsfinaluni í høllini í Hlíðarenda í Reykjavík 28-21 (17-12) á kekkiska liðnum, Slavia Prag.
Tað merkti, at Valur í seinnu fjórðingsfinaluni í dag í somu høll skuldi syrgja fyri ikki at tapa við meir enn seks málum, so vóru tær víðari til hálvfinalurnar.
Tað gekk betri enn so. Dysturin í dag endaði við javnleiki 22-22. Í steðginum var Slavia á odda 14-9, men við 20 bjargingum syrgdi íslendski landsliðsmálverjin, Hafdís Renötudóttir fyri, at Valur fekk høvdið fyri seg aftur. Nú er kvinnuliðið hjá Vali "bert" fýra dystir frá at endurtaka bragdið hjá monnunum. Sostatt vann Valur ein samlaðan 50-43 sigur í fjórðingsfinalunum.
Hini trý liðini í hálvfinalunum í European Cup eru spanska liðið, Porrino, slovakiska liðið, Michalovce og kekkiska liðið, Lazne Kynzvart.