Vælkendur Glyvrabúgvi úr Skálavík fýrs ár

Leygardagin tann 22. februar (Pætursstóla-dag) verður Jens Dalsgaard, fyrrverandi lærari fýra sneisir.

Hann er føddur á Mølini í Skálavík, har pápi hansara Viggo var víðakendur handilsmaður í næstan 50 ár. Mamma hansara æt Sigrun, og var ættað úr Skopun.

Útlongsul og vilji til at uppliva alla ta fjølbroyttu planetuna hevur eyðkent Jens líka frá barnsbeini. 

Longu sum óviti fjakkaði hann ovurhugaður um teigar og tún í allari Sandoynni. 

Viðhvørt var hann einsamallur, men ofta hevði hann beiggja sín, Bjarna við sær. 

Jens hevði longu sum hálvvaksin verið uppi á nógvum fjøllum, men hann steðgaði ikki við ferða-upplivilsum á landi. 

Hann var bara 14 ár, tá ið hann mynstraði til Grønlands við slupp. 

Seinni fór hann fleiri ár við trolara sum messudrongur.

Men øll árini hevði hann afturvið útlongsli og fysiskum avbjóðingum ikki gloymt tað almenna dannilsið. 

Hann las dúgliga, bæði heima og til sjós. Hann studeraði alskyns bøkur, líka frá Grimbergs stóra søguverki til fagrar bókmentir eftir Martin Joensen og Heðin Brú. 

Tað førdi til, at hann fór ein vetur á háskúla í Havn, og longu árið eftir meldaði hann seg sum næming á Føroya læraraskúla, haðani hann tók prógv í 1967.

Men hann fekk sær ikki starv beinanvegin. 

Nei, hann vildi uppliva, erkenna og tamba sær sjónarringin uppaftur meira, áðrenn hann vildi seta seg niður sum permanentur undirvísari.

Stutt eftir lærara-eksamiuna fór hann til Danmarkar, har hann mynstraði við skipum hjá tí legendariska danska skipafelagnum ØK og sigldi eystureftir til tað fjarskotna Asien . 

Men tað var ikki nógmikið! 

Tá ið hann kom aftur til Kjøpinhavnar, mynstraði hann aftur við einum DFDS-skipi, sum sigldi til Suðuramerika 

Við stórum og mennandi viðføri av upplivilsum, søkti hann endiliga í 1968 eitt fast lærarastarv við Glyvra skúla í Runavíkar kommunu, og búsettist har við globalum sjónarringi og miklum intellektuellum førningi.

Við tann fagra Skálafjørðin stórtreivst hann og kýtti seg sum avhildin undirvísari í meira enn fjøruti ár.

Hann giftist har við Maritu, og tey fingu tveir synir og eina dóttir.

Lærugreinir hansara hava verið fleiri, men mest hevur hann arbeitt við týskum- og føroyskum máli.

Hann er ógvuliga kønur í týskum og hevur ofta verið tolkur, bæði í Føroyum og á ymsum uttanlandsferðum. 

Jens hevur í øllum sínum skúlaarbeiði fjálgað væl um føroyskt mál og mentan. 

Á ymsum socialum media skrivar hann ofta beinrakin orð um málburð og -brúk. 

Harumframt er hann eisini ein av oddamonnunum í Eysturoyar dansifelag, har tey royna at varðveita tann gamla føroyska kultur-arvin. 

Í hesum sambandi hevur hann eisini verið leiðari á fleiri dansiferðum, bæði úti og heima.

Hagagongd og hugin til at vitja fjallatindar hevur hann tikið við sær til Glyvrar, og tað sigst, at hann hevur verið á øllum fjallatoppum í Føroyum.

Tey síðstu árini hava hann og ein Gjáarvinur eisini vitjað og avmyndað tey allarflestu vøtn í Føroyum. 

 -Tá ið Jens er í Danmark og vitjar- og tað er hann ofta - so er hann serliga fegin og forliptur um sjálvan býin Kjøpinhavn. Men tað er ikki stuttleikar-býurin, sum hugtekur hann mest, men tann ovurríka søgumentan í Absalons býi. 

Hann spákar, slotar og peilar seg fram til alskyns kultursøgulig ýti, bæði við donskum, týskum og norrønum relevansi. Serliga bergtikin er hann av Glyptotekinum á H. C. Andersens boulevard, har hann ofta vitjar í dagavís. 

Hann peilar eisini ofta eftir søguni í Latínara-økinum við Universitetið á Frúu Plássi. Har hava vit báðir ofta gingið og tevja tann intensiva stemningin líka frá 1481, tá ið Christian Fyrsti stovnsetti Universitetið.

Eg rokni við at Jens kemur skjótt aftur til Oyrasunds at vitja.

 

Jens og undirritaði eru systkinnabørn, og tey eru nógv í tali. 

Líka til mitt í 1990'unum hittust vit báðir rættiliga sjáldan, um enn vit vistu væl av hvørjum øðrum. 

Men so hendi tað, at eg skuldi gera eina skúlabarnaferð úr Køge til Føroya, og okkara skúli fekk samband við Jens og Glyvra skúla. Har fingu vit eitt sera stimbrandi og varandi samarbeiði, og næmingarnir fingu stór upplivilsir, bæði við Skálafjørðin og við víkina í Køge.

Tey farnu tretivu árini hava Jens og eg ofta vitjað hvønnannan, og hann hevur fleiri ferðir ferðast við mær á tí týska meginlandinum, sum hann kennir væl, bæði søguliga og kulturelt.

Á eini av okkara mongu ferðum- tað var við ánna Mosel-, noyddist Jens púra ófyrireikaður at vera tolkur fyri ein lokalan vínbónda, sum bara dugdi sína heilt heimføðisligu dialekt. -Tað var als ikki hoch-deutsch!

Men Jens greiddi uppgávuna við tí tórgreiða bóndanum, sum um teir báðir vóru innføddir Mosel-dalbingar.

Áhoyrararnir fagnaðu Jensi minst líka so nógv sum tí torskilda, men avgjørt blíða, ovfarna og ríkiliga skeinkjandi vínbóndanum. 

 

Jens hevur nú verið pensioneraður í fimtan ár, men hann hevur framvegis nógv jørn í eldinum. 

Hann ferðast nógv og upplivir alskyns kontinentalar býir og nátúru, Hann gongur í haga, hann skipar fyri dansi og vitjar síni trý børn. Tvey av teimum búgva í Danmark.

Í fjør vóru hann og konan Marita, sum er av Toftum, eina drúgva ferð í tí vakra Bayern.

Serliga kuriøst er, at hann er fysiskt so væl fyri, at hann saman við øðrum yngri monnum svimur vetrarsvimjing á Gøtuvík næstan hvønn einasta dag, sjálvt um tað frystir og hvítir í fjøllunum.

Jens er sera knáur fýrs-aringur, og eg fari við hesum fáu reglum at takka honum fyri hjálpsemi, hollan vinskap og fagna honum á tí stóra degnum við góðum ynskjum um eitt langt og framvegis aktivt lívskvøld.

 


Virgar Tórarson Dalsgaard