Mikkjal K. Thomassen hevur vunnið sín fyrsta sigur sum høvuðsvenjari hjá AIK Stockholm.
Á útivølli í Västerås vann AIK fyrr í dag 2-1. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki.
Rui Modesto legði AIK á odda við einum góðum stútara tá 25 minuttir vóru leiktir.
Níggju minuttir seinni økti Dino Besirovic við einum dreymahøggi til 2-0.
Stutt undan steðginum minkaði heimaliðið til 2-1, men liðið hjá Mikkjal helt tætt í seinna hálvleiki, og knógvaði ein sigur heim.
AIK er nummar níggju av teimum 16 liðunum í bestu svensku fótbóltsdeildini við 23 stigum.
Mikkjal hevur aftaná tríggjar dystir við róðrið tvey tap og ein sigur við AIK Stockholm.
Sunnudagin 11. august klokkan 15 tekur AIK móti Mjällby á heimavøllinum Strawberry Arena.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá fyrsta sigrinum hjá Mikkjali í bestu svensku fótbóltsdeildini:
##med2##