VIDEO: Soleiðis vann Valur European Cup

(Video) Síggj ein samandrátt frá seinnu European Cup finaluni Olympiacos-Valur 35-32 (16-11)

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali feira í kvøld í Athen í Grikkalandi, at teir eru fyrsta íslendska liðið nakrantíð, ið vinnur eina evropeiska kapping fyri felagslið.

 

Valur sum hevði eina 30-26 leiðslu við sær frá fyrru finaluni í Reykjavík hevði eina torføra uppgávu móti Olympiacos í tí seinnu finaluni á útivølli í Athen.

 

Olympiacos vann dystin 31-27, og tá Valur vann 30-26 í Reykjavík stóð samlað á jøvnum 57-57, og tí var neyðugt við brotskastkapping.

 

Valur, harímillum Allan við tryggum brotskasti skoraði upp á øll fimm brotskøstini, meðan seinasta brotskastið hjá Olympiacos endaði á tvørstongini.

 

Sostatt vann Valur ein ótrúligan samlaðan 62-61 sigur, og eru teir fyrsta íslendska liðið sum vinnur eina evropeiska kapping fyri felagslið. 

 

Allan skoraði eisini tvey mál í sjálvum dystinum.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt frá ótrúliga dystinum. 

 

Málskjúttar Valur: Ísak Gústafsson 8, Magnús Óli Magnússon 7, Benedikt Gunnar Óskarsson 5, Agnar Smári Jónsson 3, Allan Norðberg 3, Alexander Petersson 2, Tjörvi Týr Gíslason 1, Úlfar Páll Monsi Þórðarson 1, Róbert Aron Hostert 1, Andri Finnsson 1.

Bjargingar: Björgvin Páll Gústavsson 7, 18% – Arnar Þór Fylkisson 0.

Olympiacos: Savvas Savvas 10, Ivan Sliskovic 6

 

HER ber til at síggja brotskastskappingina:

 

##med2##