FSF skrivar:
- Við einum tryggum 6-1 sigri á Eysturríki, endaði Spania nummar 5 í EM endaspælinum. Sigurin hevur eisini við sær, at spaniólar hava tryggjað sær pláss í HM endaspælinum, sum verður í Marokko í heyst
Á middegi var skjøtul settur á størsta fótbóltsdagin í hesum EM endaspælinum. Lagt var fyri klokkan 12, tá Eysturríki og Spania fóru á Tórsvøll at dystast um eitt pláss í HM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum, sum verður í Marokko í heyst.
Og tað verða spaniólar, ið fara til HM. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 6-1 sigur til Spania, sum var á odda 2-1 í hálvleikinum. Skrivar FSF.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Eysturríki-Spania 1-6 (1-2):
##med2##