Video: Um eg var ein drongur

Bólkurin Smíl gevur nýggjan sang út í dag

Bólkurin Smíl gevur í dag annan sangin út. Fyri viku síðani kom sangurin "Børn í Føroyum", og í dag verður sangurnin "Um eg var ein drongur" leysgivin.

 

"Um eg var ein drongur" snýr seg um, hvussu lívið kundi verið, um dreingir vóru soleiðis, sum gentur vilja at dreingir skulu vera.

 

Steintór Rasmussen hevur skrivað sangin, og gentur í Klaksvík syngja. Hesa ferð spælir 10 ára gamli Nóa McLeod Andreasen gittar. Sangurin er upptikin í Ellebye Studio í Klaksvík. Eyðbjørn Jacobsen hevur gjørt videolagið, sum kann síggjast her:

 

##med2##

 

Sang & kór: Paula Jákupsdóttir Høj, Uheynya Lukama, Helena Sundsskarð, Debora Hvannastein & Maja Ólavsdóttir Lamhauge

 

Trummur, bass, keyboard, el og akustisk guitar: Alvin Ellebye

 

Sologuitar: Hans Edward Andreasen

 

Upptikið og ljóðblandað í Ellebye Studio

 

Video-leikarar: Smíl

 

Video-guitaristur: Nóa Mcleod Andreasen

 

Videoupptøkur og viðgerð: eydbii myndir/ Eyðbjørn Jacobsen