Tað sum hevur ljóðað í longri tíð er nú staðfest. Poul Kallsberg fer til Hillerød. Tipsbladet.dk skrivar, at talan verður um ein trý ára sáttmála. Í Hillerød verður Poul liðfelagi við Adrian R. Justinussen.
Víkingur skrivar á facebookvanga sínum:
- POUL SELDUR TIL HILLERØD
Tað er við stoltleika og sorgblídni, at vit enn einaferð kunnu kunngera, at vit hava selt ein av okkara leikarum til útlandið.
Poul Kallsberg, sum kom til okkara frá Skála ÍF til kappingarbyrjan í 2023, verður nú seldur til Hillerød í næstbestu deildini í Danmark.
Poul hevur, ta tíðina hann hevur verið í Víkingi, ment seg til ein lyklaleikara í Betri deildini. Eisini hevur hann hesi árini umboðað Føroyar á bæði A og U21 landsliðnum.
Víkingur ynskir ikki at standa í vegin, tá ið leikarar ynskja at royna seg uttanlands, men tað er eingin loyna, at tað verður ein stórur missur, nú Poul fer.
Vit vóna at Poul veit, at hann altíð er vælkomin aftur í Sarpugerð, samstundis sum vit ynskja honum allar bestu eydnu í Hillerød Fodbold.
Poul fer av landinum so skjótt sum Europeisku dystirnir eru av.
Tillukku við sáttmálanum Poul. Skrivar Víkingur.