Vilhelm var næstbesti málskjúttin í heimasigri hjá Lemvig-Thyborøn

Lemvig-Thyborøn vann kærkomnan sigur á heimavølli í kvøld

Í kvøld leiktu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Nordsjællandi í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Lemvig-Thyborøn vann ein kærkomnan 32-29 sigur. Í fyrra hálvleiki lá ikki líka væl fyri hjá heimaliðnum, ið var aftanfyri 14-16 í steðginum.

 

Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við níggju stigum. Tó hevur Lemvig-Thyborøn bert fýra stig upp til Skjern, ið hevur 13 stig á áttanda plássinum.

 

Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið.

 

Hjá Vilhelmi gekk persónliga væl í kvøld. Hann var næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn við fimm málum. Harumframt legði Vilhelm upp til fýra mál.

 

Mikudagin klokkan 17.30 spælir Lemvig-Thyborøn móti Bjerringbro/Silkeborg a útivølli.