Vínkúllarnir bjóða jólaborðhald við einum braki

Seinastu trý árini hava Vínkúllarnir skipað fyri smærri og størri tiltøkum kring landið. Fólk hava fingið høvi at smakka dygdarvín, á ein óformellan hátt, og hettar hevur verið sera væl umtókt.

 

Fyri fyrstu ferð skipa Vínkúllarnir fyri jólaborðhaldi. Teir bjóða tað besta sum fæst av víni, mati og tónleiki.

 

Menninir handan Vínkúllarnir eru Ólavur Larsen, Pól Hans Á Grønutúgvu og Birgar Larsen.

 

Jólaborðhaldið verður leygardagin 9. desember í Dansifrøði. Ólavur Larsen greiður frá at teir hava lagt dent á at vínið er serstakt.

 

- Hettar er ikki vín sum vanliga fæst í rúsini.

 

Teir tríggir Vínkúllarnir hava smakka víni til, so tað hóskar til matin sum Hotel Hilton útvegar. Borðreitt verður við fýra rættum, og teir leggja stóran dent á at víni og maturin verða væl samansett.

 

Góður tónleikur

 

Til jólaborðhaldið koma nakrir av fremstu tónleikarunum í Føroyum at framføra. 

 

Undir borðhaldinum fara Kim Hansen, Eyðun Nolsøe, Jan Rúni Poulsen, Jóhannus á Rógvu og Guðrun Sólja Jacobsen at spæla vælkend løg, so fólk fáa høvið at syngja við.

 

Út á náttina fer dansibólkurin Hitmen at spæla og barrin verður opin.  

 

Harumframt fara Vínkúllarnir sjálvir at undirhalda við skemtiligum innsløgum. 

 

Seinastu árini hava Vìnkúllarnir havt nógv ymisk tiltøk, sum hava verið væl umtókt

 

- Eg haldi, at fólk dáma at vit taka vínsmakking niður á eitt fólksligt støði.

 

Teir byrjaðu undir Korona, tá teir skipaðu fyri vínsmakking á netinum. Kunna varð hvørji vín blivu roynd, so fólk kundu fara í rúsuna at keypa, og øll royndu vínini heima samstundis. Hettar gjørdist sera væl umtókt. Eftir koronutíðina hava teir skipað fyri nógvum almennum tiltøkum, bæði størri og smærri. Tiltøkini hava verið væl umtókt, og alt týður á at soleiðis verður eisini við jólaborðhaldinum, tí helvtin av atgongumerkjunum eru longu bíløgd.

 

Atgongumerkir kunnu bíleggjast við at ringja til Ólav Larsen á telefon 504444 ella skriva til Vínkúllarnar á Facebook síðu teirra.