Tann føroyski landgrunnurin toyggir seg norður um pólkringin, og landafrøðiliga eru vit inngongdin til Arktis, men Føroyar eru eisini á annan hátt knýttar at Arktis. Eitt nú hava viðurskiftini í Arktis stóran týdning fyri havumhvørvið, sum er okkara lívsgrundarlag.
Søguliga kunnu føroyskir fiskimenn samanberast við rannsóknarmenn, tí vit hava verið slóðbrótarar í fiskiskapi við Ísland, í Eystur- og Vesturgrønlandi, í Ný Fundlandi, Barentshavinum og við Svalbard.
Arktis er fyri okkum ikki bara eitt heimspolitiskt og granskingarligt mótaorð. Arktis hevur verið – og er enn – ein stórur partur av okkara vinnugrundarlagi, tí fiskastovnar, sum Føroyar eiga lut í, ferðast um mørk norður móti Íshavninum.
So hvørt sum ísurin tiðnar, lata seg upp nýggjar siglingarleiðir og fiskileiðir í Íshavinum. Hetta eru siglingar- og fiskileiðir, sum kunnu fáa stóran búskaparligan týdning fyri okkum.
Nýggja frágreiðingin hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum um Føroyar í Arktis nevnir fleiri týðandi føroysk áhugamál og vísir eisini til fleiri áhugaverd samstarvsøki.
Men har vantar ein greið niðurstøða um, at Føroyum tørvar sjálvstøðugan limaskap í Arktiska Ráðnum, so vit til fulnar kunnu taka lut í hesum týdningarmikla altjóða samstarvi samsvarandi egnum veruleika og áhugamálum.
Arktis er gott dømi um eitt øki, har Danmark, Føroyar og Grønland ofta hava sera ymisk áhugamál og hugsanir.
Danmark vil vera arktiskt stórveldi og samstundis arktiska røddin í Brússel. Samstundis hevur ES, sum Danmark er partur av, skipað fyri handilsstongslum ímóti Føroyum og miðvíst arbeitt ímóti gagnnýtslu av havsins súgdjórum.
Hetta hevur havt vanlukkuligar avleiðingar við sær fyri júst fólk, sum búgva í Arktis.
Í tí sonevnda ríkisfelagsskapinum er Danmark í eini ævigari tvístøðu í arktiskum málum, og tí skal virkast fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Arktiska Ráðnum.
Stórur munur er á at umsita donsk áhugamál í arktisku sendinevndini hjá fólkatinginum og einari sjálvstøðugari føroyskari umboðan millum londini í Arktis.
Hetta førdi eg fleiri ferðir fram á fólkatingi árini frá 2015 til 2019, og boðskapurin fer at verða endurtikin, til Føroyar hava fingið sjálvstøðugan limaskap í Arktiska Ráðnum.