Tórshavnar kommuna fer frá klokkkan 20 í kvøld at vísa finaluna í Eurovison 2025 á stórskíggja í Vágsbotni.
– Okkara Sissal fer á pallin sum nummar 22 av 26 luttakarum, og vónar kommunan, at fólk taka undir við tiltakinum og soleiðis stuðla føroysku songkvinnuni, ið hevur leitt Danmark til finaluna fyri fyrstu ferð í fimm ár, skrivar Tórshavnar kommuna.