Visit Faroe Islands eru alt ov ágangandi í marknaðarføringini

– Visit Faroe Islands eru alt ov ágangandi at marknaðarføra føroysku náttúruna næstan sum eitt sjálvtøkuborð. Nú eingi útlendsk ferðafólk koma til landið í ár, mugu Visit Faroe Islands og Jarðir gera semju um, hvussu ferðavinnan í føroysku náttúruni skal vera í framtíðini, sigur Pól Sundskarð

Ídnasti føroyingurin at ganga í føroysku náttúruni seinastu 15 árini, Pól Sundskarð, tekur nú blaðið frá munninum.

– Eg eftirlýsi samstarvsvilja frá Visit Faroe Islands til festarar og ognarar av høgum kring landið. Nú hava jarðareigararnir skipað seg í felagið Jarðir. Tí er tvingandi neyðugt hjá Visit Faroe Islands og Jarðum at gera semju um framtíðar ferðavinnu – og tað er eitt gylt høvi at gera tað nú, tá ið eingi ferðafólk koma til landið, sigur Pól Sundskarð.

Í fríum falli

Sjálvur hevur Pól Sundskarð gingið sera nógv í føroysku náttúruni seinastu 15 árini. Hann hevur verið á øllum teimum 340 fjallatoppunum í landinum – enntá fleiri ferðir – og hann hevur gingið og runnið eitt ótal av túrum í føroysku náttúruni bæði einsamallur og saman við øðrum. Seinnu árini hevur hann satsa alt upp á ferðavinnuna, har hann bjóðar seg fram sum ferðaleiðara fyri útlendingum, ið vilja ganga í føroysku fjøllunum.

Men nú er virksemi í ferðavinnuni fullkomiliga steðgað upp.

– Eg eri í fríum falli. Men eg havi gott mót. Tær íløgurnar, ið eg havi gjørt, havi eg rindað so hvørt. Tað sær ikki út til at koma nakað av ferðafólki í ár, men eg síggi jaligt upp á støðuna. Tað ræður um at fyrireika seg til komandi ár, sigur hann. 

Skeiv marknaðarføring

Hann heldur, at avmarkingar mugu gerast í ferðavinnuni.

– Tað ber ikki til við hópferðavinnu í føroysku fjøllunum, sum vit hava sæð tað síðstu árini. Í fjør var heilt út av lagi, og tá vóru um 125.000 ferðafólk í landinum. Ferðafólkini gingu allastaðni – eisini har vanligi føroyingurin ikki gongur. Hvussu verður um fimm ár, tá ið kanska 500.000 ferðafólk koma higar. Føroyar eru ikki eitt alibrúk. Ferðavinnan í føroysku náttúruni má skipast, og tað er avmarkað, hvussu nógv hon tolir. Tí mugu avmarkingar setast, sigur Pól Sundskarð.

Hann undirstrikar tó, at hann einki hevur ímóti, at nógv verður gjørt fyri at fáa útlendingar til Føroya. Tað er bara náttúran, ið ansast má eftir.

– Tað er gott, at nógv verður gjørt fyri at fáa ferðafólk til Føroya, at hotellini verða fylt, og at ráðstevnur og tiltøk eru av ymiskum skal. Eg hugsi bara um náttúruna. Tað, sum mær ikki dámar, er, at Visit Faroe Islands marknaðarførir Føroyar sum eitt land, har øll ferðafólk eru vælkomin at ganga allastaðni uttan nakra avmarking. Lat okkum bara fáa nógv ferðafólk til landið, men so mugu vit eisini hava onnur tilboð enn gongd í haga. Hvat við tilboðum á sjónum, mentanartilboð ella okkurt heilt annað. Tað er avmarkað, hvussu nógv náttúran tolir, sigur hann.

##med2##

Náttúran ikki egnað til hópferðavinnu
Hann vísir á, at neyðugt er við burðardygd í føroyskum náttúruni.

– Eg segði í sjónvarpinum í januar í fjør, at neyðugt er við timeout. Tá hugsaði eg einans um náttúruna. Føroyska náttúran er ikki egnað til hópferðavinnu. Vit skulu heldur hava kvalitet enn kvantitet. Nú fáa vit eitt timeout – lat okkum brúka tað til at skipa ferðavinnuna í føroysku náttúruni, sigur hann.

Hann vísir á, at nøkur av best umtóktu ferðavinnustøðunum í Føroyum eru í serligum vanda, at náttúran verður álvarsliga skadd.

– Tað eru eini 10 til 15 støð, sum eru serliga útsett. Millum onnur Enniberg, Kallurin, Eiðiskollur, Gjógv, Tjørnuvík, Saksun, Kirkjubøur, Slættarartindur, Trælanípan, Mykines og Hvannhagi. Hagin er illa slitin á fleiri av hesum støðunum, fuglalívið er hótt og seyðurin fer burtur av hesum plássum. Náttúran skal vera burðardygg, og okkara eftirkomarar skulu eisini sleppa at njóta hana. Tað er ein sólskinssøga, at ferðir út í Drangarnar í Vágum bara verða gjørdir tríggjar ferðir um vikuna og við ferðaleiðara. Tað verjir náttúruna, sigur Pól Sundskarð.

Lesið alla samrøðuna við Pól Sundskarð í Sosialinumm, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Til ber eisini at lesa blaðið her.