Vit mugu fáa loyvi til at krevja fólk í sóttarhald

Tað einasta, er óttist fyri, er, at tað er longu ov seint, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður

Føroyskir myndugleikar mugu fáa heimild til at krevja, at øll, sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald teir fyrstu dagarnar. Tað sigur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

Tí vil hann eisini hava, at samgongan broytir kós og yvirtekur farsóttarlógina frá dønum, so at vit kunnu fáa eina føroyska farsóttarlóg.

Farsóttarlógin er nevniliga danskt málsøki og av tí sama hava føroyskir myndugleikar rættiliga avmarkaðar heimildir til at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri, at korona fer at breiða seg.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur víst aftur, at farsóttarlógin verður yvirtikin beint nú. Hann hevur gjørt púra greitt, at hann fer ikki at yvirtaka eina farsóttarlóg mitt í eini farsótt, tí slíkt arbeiðið skal fyrireikast.

Men Jákup Mikkelsen hevur varhugan av, at undirtøkan í samgonguni fyri at yvirtaka lógina, er veksandi, og hjá honum sjálvum er eingin ivi um, at lógin eigur at verða yvirtikin.

Hann heldur, at serliga beint nú er tað serliga átrokandi at hon verður yvirtikin. Her hugsar hann um at nýggir variantar av koronu eru farnir at gera um seg. Í fyrra lagi er tað tann tann enski varianturin, sum smittar serstakliga illa. Hann er eisini komin til Danmarkar, og serfrøðingar ivast ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann eisini verður staðfestur her hjá okkum.

Men so er tað eisini tann suðurafrikanski varianturin og tað serliga við honum, er, at ivi er um koppingarevni virkar nógv væl ímóti honum.

Jákup Mikkelsen heldur, at tað er neyðugt, at vit yvirtaka farsóttarlógina, so at vit fáa heimild til at seta neyðug tiltøk í verk frá degi til dags. Eitt nú heldur hann, at vit eiga at fáa heimild til at krevja at øll, sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald.

– Tað einasta, eg óttist, er, at vit longu eru ov sein á veg, sigur Jákup Mikkelsen.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá sínum sjónarmiðum.