Tað eru nógv mál, sum politiska skipanin ikki torir at røra við. Men fólkið vil hava politikarar at taka støðu til tey. Tí haldi eg, at fólkið eigur at fáa møguleikan at leggja borgarauppskot fram.
Eitt borgarauppskot merkir, at um eitt uppskot fær nóg nógvar undirskriftir, so skal tað takast upp í løgtinginum. Talið á undirskriftum má vera hóskandi, so skipanin ikki verður misnýtt. Ein royndarskipan kundi verið ein góð byrjan.
Hetta er ein skipan, sum er kend í øðrum londum. Og hon riggar væl.
Eg tosi ofta við fólk í mínum aldri og yngri, sum ikki vilja hava nakað við politikk at gera. Vit mugu styrkja áhugan, og tað gera vit við hesum amboðnum. Hetta gevur øllum eina rødd, sum politikarar mugu lurta eftir, um undirtøkan er nóg stór.
Tað er einki at bíða við. Verði eg valdur, fari eg at arbeiða fyri hesum.
Bjarni Arge,
løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin