Eingin vinnari er í einum kríggi. Og sjálvandi skulu vit øll stremba eftir friði. Men tá vandin er so stórur sum í dag, ber illa til at vera uttanveltaður. At vera uttanveltaður er at vera uttanfyri. Og tá er lætt at gera sær dælt av einum landi sum okkara.
Tí um NATO ikki verjir okkum, hvør verjir okkum so?
Tá eru vit sárbær. Tá eru vit ein gloypibiti hjá einum og hvørjum. Og vit sum fólk kunnu enda í hondunum á teimum, sum vit ikki deila felags virði við.
Tað má ikki henda. Vit øll eiga at vera trygg.
Bæði á løgtingi og fólkatingi skal eingin ivi vera um, at vit eru partur av demokratiska vesturheiminum. Tað er tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Og tí er tað trygt at velja Javnaðarflokkin.
Jóhannis Joensen,
fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin