Vøllurin á Djúpumýru handaður

Seinnapartin í gjár varð vøllurin á Djúpumýru formliga handaður Klaksvíkar kommunu

Tað er minni enn ein mánaður síðani, at avtala varð undirskrivað um keyp av nýggjum vølli, og tí hevur arbeiðið hevur gingið væl, hóast veðrið hevur darvað nakað.

 

FSF hevur góðtikið vøllin, og í løtuni kannar ein kanningarstova, vegna UEFA, vøllin, soleiðis at vøllurin eisini verður góðkendur til altjóða dystir. Tær kanningar, sum longu eru gjørdar, síggja gott út, og tí er alt sum bendir á, at vøllurin á Djúpumýru fær ein sokallaða UEFA Pro góðkenning.

 

Fyrsti dystur sum mansliðið hjá KÍ spældi á nýggja vøllinum, var ímóti B36 í gjárkvøldi. KÍ vann 4-2.