Aðalstjórin Oliver Blume leggur fram ársroknskapin hjá Volkswagen fyri 2023. (Arkivfoto). - Foto: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix

Volkswagen-bilar hava økt ferðina

Eftir trý ár við fallandi framleiðslu eydnaðist tað í fjør hjá Volkswagen-samtakinum at økja um talið av seldum bilum við 12 prosentum til 9,2 milliónir.

 

Aðalstjórin Oliver Blume leggur fram ársroknskapin hjá Volkswagen fyri 2023. (Arkivfoto). - Foto: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix

Tað sæst í roknskapinum hjá týska bilasamtakinum. Tað vísir eitt úrslit eftir skatt upp á 17,9 milliardir evrur – eina framgongd upp á 13 prosent í mun til árið fyri.

Tørvur á millum annað microchips hevur seinastu árini merkt, at framleiðslan fleiri ferðir er steðgað ella koyrt við niðursettari ferð.

Men tað skuldi verið bøtt nú, og Volkswagen væntar tí eisini at kunna økja framleiðsluna við upp ímóti trimum prosentum í ár.

Samtakið eigur bilmerki sum VW, Skoda, Seat og Audi, men eisini luksusmerki sum Porsche, Bentley og Lamborghini.

/ritzau/

 

 

 

 

Aðalstjórin Oliver Blume leggur fram ársroknskapin hjá Volkswagen fyri 2023. (Arkivfoto). - Foto: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix