Fyrr í dag tók liðið hjá Andriasi Edmundssyni í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini, Wisla Plock móti LKS Lodz á heimavølli.
Wisla gjørdi skjótt av í dag. Tá 29 minuttir vóru leiktir av dystinum var Wisla á odda 3-0, og tað gjørdist eisini úrslitið av dystinum.
Klokkan vísti 70 minuttir áðrenn Andrias slapp á vøllin. Andrias hevur annars byrjað inni flestu dystirnar hetta kappingarárið.
Wisla er nú triðfremst í deildini við 53 stigum. Sostatt liggja teir til at skula spæla uppflytingardystir. Wisla hevur fimm stig upp til Termalica, ið liggur á øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu pólsku deildina.
Komandi leygardag hevur Wisla dyst á útivølli móti Polonia Warszawa, ið er nummar seks í deildini við 47 stigum. Tí ræður um hjá Wisla at fáa úrtøku í dystinum.