Yvir 400 deyð í melduródn á Filippinunum

Unicef sigur, at yvir 850.000 børnum tørvar hjálp, eftir at hava mist heim sítt.

 

Tropiska ódnin Rai hevur lagt stórar oyðileggingar eftir seg á Filippinunum, har yvir 400 fólk eru deyð. 850.000 børn hava sambært Unicef tørv á hjálp, eftir at tey hava mist heimi sítt.

Melduródnin rakti oyggjarnar eina viku fyri jól tann 16. - 17. desember. Hon legði í oyði sjúkrahús, hús, landbúnað á útróðrarbátar.

– Børnum tørva reint drekkivatn, viðgerð, mat og stuðul og verju móti harðskapi, sigur umboði hjá Unicef í Manilla, Oyunsaikhan Dendevnorov.

Unicef hevur sett í verk eina innsavning fyri tey 200.000 mest útsettu børnini. ST-stovnurin vónar at kunn savan umleið 145 milliónir krónur.

– Vit fáa skelkandi frágreiðingar um føðslutrot í nøkrum av harðast raktu økjunum, har tað longu manglaði matur, áðrenn melduródnin rakti landið, sigur hann.

Tríggir av harðast raktu landspørtunum eru á stóru oynni Luzon, har høvuðsstaðurin Manila er.

Upp á tveir dagar eru regnmongdir, sum svara til meira ein avfallið í ein heilsan mánað.

– Hetta staðfestir, at ávirkanin av veðurlagsbroytingunum gera náttúruvanlukkurnar enn verri, stóð í ein útsøgn frá einum talsmanni hjá filipinska kreppumálaráðnum, mark Timbal.

Nógv av teimum deyðu eru druknað í vandflóðunum ella jarðar í skriðulopum ella deyð av koppaðum trøum ella niðurdotnum bygningum.

Einar 20 melduródnir raka Filippinurnar á hvørjum ári. Tann ringasta melduródnin var Haiyan, sum í november í 2013 drap yvir 6.300 fólk og gjørdi fýra milliónir fólk heimleys.

/ritzau/AFP

 

 

 

Alona Nacua stendur við barni sínum og hyggur eftir húsi sínum í býnum Cebu, sum er lagt í oynni. - Foto: Jay Labra/Ritzau Scanpix

Alona Nacua stendur við barni sínum og hyggur eftir húsi sínum í býnum Cebu, sum er lagt í oynni. - Foto: Jay Labra/Ritzau Scanpix