Volodymyr Zelensky er til reiðar at leggja frá sær sum forseti í Ukraina, um landið fær NATO-limaskap.
Tað segði hann, sambært tíðindastovunum AFP og Reuters, á einum tíðindafundi í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev.
Fráboðanin kemur samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hert dialogin við Russland við tí fyri eyga at fáa enda á trý ára langa krígnum.
Zelensky sigur eisini frá, at hann vil hava Donald Trump at gerast ein av samstarvsfeløgunum hjá Ukraina í staðin fyri bara at vera miðlari í møguligum friðarsamráðingum millum Ukraina og Russland.
- Um Ukraina finnur frið, og um tit veruliga hava brúk fyri, at eg fari úr mínum starvi, so eri eg til reiðar. - Eg eri sinnaður at býta tað fyri NATO, segði hann sambært AFP.
Óvissa hevur tó verið um, hvussu ein møgulig friðaravtala millum londini kann enda við at síggja út.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Pete Hegseth, segði í síðstu viku, at Ukraina kanska noyðist at lata øki til Russland, og at ukrainarar eisini mugu vænta at geva upp dreymin um limaskap í NATO sum liður í eini friðaravtalu.
Í dag segði Zelensky, at hann vil hava Trump at geva sær ítøkiligar trygdarábyrgd, sum skulu hjálpa Ukraina at verja seg móti Russlandi.
- Eg vil fegin hava eina felags fatan. Trygdarábyrgd frá Trump er ógvuliga neyðug, varð sagt á tíðindafundinum.
Seinastu mánaðirnar hevur Donald Trump fleiri ferðir sagt, at USA hevur verið størsti stuðul til Ukraina undir krígnum.
Í røðu í gjár gjørdi hann greitt, at tað eru pengar, sum USA vil hava aftur.
Í dag noktaði Zelensky at viðurkenna, at Ukraina skyldar USA 500 milliardir dollarar. Stuðul til kríggið eigur ikki at metast sum lán, heldur hann sambært AFP.
Viðurskiftini millum forsetarnar er kólnað seinastu vikurnar, eftir at Donald Trump kallaði Zelensky fyri einaræðisharra.
Tað gjørdi hann í einum uppslag á sosiala miðli sínum, Truth Social, eftir ein fund í Saudi Arabia týsdagin millum uttanríkisráðharrarnar í Russlandi og USA, har kríggið í Ukraina varð umrøtt.
Ukraina var ikki umboðað á fundinum.
- Tú hevði verið forargaður av orðinum einaræðisharri, um tú vart einaræðisharri. Tað eri eg ikki.
- Eg eri tann lógliga valdi forsetin, segði Zelensky sunnudagin.
Týsdagin segði Trump eisini, at tað er sera lítil undirtøka fyri Zelenskyj í Ukraina. Hetta fekk Zelensky at siga, at Trump livir í einum "rúmi við skeivum upplýsingum."
/Ritzau/