Sambært norska kringvarpinum NRK er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, komin til Saudi Arabia.
Hetta upplýsa ukrainsk embætisfólk sambært Reuters.
Sagt verður, at Zelenskyj ikki sjálvur skal luttaka í friðarsamráðingum í hesum umfari.
NRK veit eisini at siga, at umboð úr fleiri enn 30 londum skulu luttaka í samrøðum um at senda friðarvarðveitandi herlið til Ukraina.
Hesin fundur er í franska høvuðsstaðnum, París, og sagt verður her eru verjuleiðarar úr fleiri enn 30 londum.
Endamálið er at skipa altjóða friðarvarðveitandi herdeildir í Ukraina, um ein møgulig vápnahvíld fæst í lag millum stríðandi partarnar.