Zelenskyj: F-16 flogfar skotið niður í Ukraina

Á sumri 2024 lótu Niðurlond og Danmark fyrsta F-16 flogfarið til Ukraina. Tvey eru síðani dottin niður.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, á tíðindafundi í Ukraina í august 2024. - Mynd: Efrem Lukatsky/Ritzau Scanpix

Eitt F-16 flogfar er skotið niður í Ukraina og flogskiparin, 26 ára gamli Pavlo Ivanov, er deyður.

Tað skrivar forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, í einum uppslagi á X.

Hann leggur eisini dent á, at støðan enn er kannað.

– Vit eru við at staðfesta allar umstøðurnar, skrivar Zelensky.

Flogførini, sum eru framleidd í USA, vóru latin av m. a. Danmark og Hollandi, og fyrstu avhendingarnar byrjaðu á sumri í fjør.

Sambært Ukraina datt fyrsta F-16 flogfarið niður í august 2024 undir einum russiskum rakettálop. Flogskiparin doyði eisini tá, skrivar AFP.

Hetta ger hendingina leygardagin til aðru ferð, at eitt F-16 flogfar verður skotið niður í Ukraina eftir útlendsku avhendingarnar av flogførum.

Danmark hevur lovað at lata 19 amerikansk jagaraflogfør, sum eru stigvíst avtikin í donsku verjuni, meðan Holland hevur lovað 24.

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar 2022, hevur Danmark stuðlað Ukraina hernaðarliga fyri umleið 55,5 milliardir krónur.

Hetta hevur fevnt um F-16 jagaraflogfør (tey eru ikki øll avhendað enn), ymisk sløg av strand- og loftverjurakettum, og nærum 180 stríðsvognar.

Umframt hernaðarligan stuðul hevur Danmark eisini sent umleið 5,8 milliardir krónur til Ukraina í sivilum stuðli. Tað fevnir um pening til umbygging og menniskjahjálp.

Í desember í fjør staðfesti ukrainski forsetin, at "seinna umfarið" av F-16 flogførum var sent úr Danmark til Ukraina.

- Hetta er eitt dømi um leiðslu í at verja lívið, sum skilur Danmark (frá øðrum londum, red.), skrivaði Zelenskyj og legði afturat:

- Vóru allir okkara samstarvsfelagar so miðvísir, so var russiski terrorurin longu gjørdur ógjørligur.

Júst hvussu nógv F-16 jagaraflogfør Danmark hevur latið til Ukraina av teimum 19 lovaðu, er ikki greitt.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, á tíðindafundi í Ukraina í august 2024. - Mynd: Efrem Lukatsky/Ritzau Scanpix