Ukrainski forsetin, Volodmyr Zelenskyj, skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at hann í dag hevur havt eina positiva, ítøkiliga og erliga samrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump.
- Eg takkaði honum fyri eina góða og virkna byrjan upp á arbeiðið millum ukrainsku og amerikansku toymini í Jedda í Saudi Arabia hin 11. mars.
Zelenskyj skrivar, at toymini komu við munandi íkasti, sum kunnu verða við til at flyta partarnar móti endanum av krígnum.
Ukrainski forsetin sigur, at hann og amerikanski forsetin vóru samdir um, at londini eiga at halda fram við at samstarva fyrr at náa einum enda á krígnum og varandi friði.
- Vit halda, at saman við Amerika, forsetanum Trump, og undir amerikanskari leiðslu ber til at røkka friði í Ukraina í ár, sigur Volodmyr Zelenskyj.
Hann leggur aftrat, at fyri at enda kríggið er fyrsta stigið at gevast við álopum á orkukervið og sivila undirstøðukervið í londunum báðum.
Og víðari sigur ukrainski forsetin á X, at USA eisini hevur skotið upp eina treytaleysa vápnahvíld á hermótinum.
- Vit trúgva, at slík stig eru neyðug fyr at skapa møguleikar fyri einari friðaravtalu, sum kann fyrireikast undir vápnahvíldini, sigur Volodmyr Zelenskyj, forseti.