12 umsóknir um havgransking í Norðuratlantshavi

12 umsóknir um stuðul frá granskingarskránni MARiNAO - Havgransking í Norðuratlantshavi - vóru innkomnar, tá freistin at søkja var úti í gjár 17. februar kl. 12. 

 

Granskingarskráin er fíggjað av danska Fólkatinginum og verður umsitin av Granskingarráðnum. Skráin hevur sum endamál at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.

 

Søkt verður um tilsamans 42,6 mió. kr. til havgransking. 14,4 mió. kr. eru tøkar at lata í hesum umfarinum. Ætlanin er at fíggja upp til 4 verkætlanir. 

 

Fígging er treytað av, at fíggjarlógin fyri 2026 verður samtykt av Fólkatinginum, skrivar gransking.fo.