15 fólk eru skotin til deyðis í skúla í Texas

15 fólk – 14 børn og ein lærari – eru deyði í skottilburði í Texas. Tað upplýsir guvernørur sambært AFP. DAGFØRING: Drápsmaðurin er deyður

 

DAGFØRING:

 

Illgerðarmaðurin, sum hevur skotið og dripið 14 næmingar og ein lærara á skúlanum í Uvalde í Texas er deyður, upplýsir guvernørurin í statinum.

 

Talan er um ein 18 ára gamlan drong, sum sjálvur var næmingur á skúlanum, sigur guvernørurin.

 

– Hann skeyt og drap 14 næmingar og ein lærara. Tað er ræðuligt og ikki til at fata, sigur Gregg Abbott, sum fekk boðini um skotilburðin, meðan hann hevði ein tíðindafund.

 

 

 

Mistonkti illgerðarmaðurin skeyt sambært Abbot eftir øllum at døma eisini ommu sína, áðrenn hann fór á Robb Elementary School og skeyt frá hond. Guvernørurin upplýsir ikki støðuna hjá ommuni.

 

Illgerðarmaðurin var útgjørdur við hondvápnum og helst eisini eini rifflu. Motivið er ikki kend. Men tann 18 ára gamli drápsmaðurin 

 

 

 

---

 

14 børn og ein lærari eru í dag deyð av skotum í einum skúla í Texas.

Tað upplýsir Gregg Abbott, sum er guvernørur í amerikanska statinum sambært tíðindastovuni AFP og amerikanska ABC News.

Áður ljóðaði, at tvey børn vóru deyð og 13 onnur særd. Skottilburður fór fram í býnum Uvalde.

Tann illtonkti illgerðarmaðurin er eftir øllum at døma handtikin. Fleiri keldur upplýsa, at persónurin er deyður. Tað skrivar amerikanska ABC News. Upplýsingarnar eru ikki váttaðar frá almennari síðu.

 

##med2##

Skottilburðurin fór fram í Uvalde 135 kilometrar vestan fyri San Antonio í syðra parti av Texas í einum skúla fyri tey smæstu børnini.

Borgarstjórin í Uvalde Don McLaughlin, hevur ikki váttað talið av deyðum enn. Í einum tekstboðum til ABC News skrivar hann, at »talan er  um ein sera álvarsama hending«.

Borgarstjórin upplýsir, at skrivstova hansara roynir at koma í samband við foreldur, áðrenn tey fara at almannakunngera nakað.

Skottilburðurin fór fram á ella nærindis Robb Elementary School. Eitt starvsfólk upplýsir, at skúlin er í lockdown. Tað vil siga, at fólk hvørki sleppa út ella inn úr økinum.

Tað eru fyribils ongar upplýsingar um illgerðarmannin, og motivið til skottilburðin er heldur ikki greitt.

/ritzau/