Klokkan hálvgum seks í morgun sá løgreglan ein bil koyra við nógvari ferð framvið har, sum løgreglubilurin var staddur í J. C. Svabosgøtu í Havn.
Løgreglan fór aftaná og steðgaði bilinum, sum steðgaði uttan hóvasták.
Tað vísti seg, at bilførarin var ein 17 ára gamal drongur, sum var farin ein biltúr við bilinum hjá foreldrunum. Hann var ikki ávirkaður av rúsdrekka, sigur vaktleiðarin á politistøðini.