Í morgun skrivaðu vit her á in.fo um, at bilaframleiðarar hava havt trupulleikar við at fáa smálutir sum mikrochip, og hava teir ikki megnað at framleiða bilar til eftirspurningin. Tað kann sjálvandi hava sína ávirkan í Føroyum eisini.
Les eisini: Meira vanligar veitingartíðir í eygsjón
Men tølini frá Aktstovuni vísa, nú sjey mánaðir er farnir av árinum, at sølan av akførum tilsamans er minkað við 17,25 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Í tølum eru seld 1319 akfør higartil í ár í mun til 1594 sama tíðarskeið í fjør.
Tølini fyri persónabilarnar eru altíð tey størstu í hagtølunu. Higartil í ár eru seldir 1.006 nýggir persónbilar í mun til 1.143 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd í søluni av persónbilum upp á 12 prosent, sum eru 137 bilar.
Afturgongdin í søluni av viðfestisvognum er góð 47 prosent. Seldir eru 49 viðfestisvognar í mun til 93 í fjør, ein munur upp á 44. 61 vøruvognar eru eisini færri í hagtølunum. Afturgongdin er 44 vognar, 165 í mun til 226 sama tíðarskeið í fjør.