Egyptaland, sum hevur havt ein stóran leiklut í vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas, sigur, at Ísrael í avtaluni skal lata ein stórt tal av palestinskum fangum leysum.
Uttanríkisráðið í Egyptalandi sigur í dag, at Ísrael í avtaluni hevur bundið seg til at lata fleiri enn 1890 palestinskar fangar leysar fyri 33 gíslar í Gazageiranum.
Egyptaland sigur, at palestinsku fangarnir verða leyslatnir í Stigi 1 í vápnahvíldaravtaluni, og hetta er eitt tíðarskeið á 42 samdøgur.
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kemur í gildi fyrrapartin í morgin, sunnudagin.
Tað eru Egyptaland saman við Qatar og USA, sum hava samráðst seg saman við stríðandi pørtunum í Gaza um vápnahvíldaravtaluna, sum er í stigum.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga seinnapartin í dag.
Lesið eisini -
Hetta er vápnahvíldaravtalan millum Ísrael og Hamas - https://www.in.fo/news-detail/hetta-er-vapnahvildaravtalan-millum-israel-og-hamas