Ringast leikaði á í Sandavági gjáramorgunin, sum eisini greitt frá her á in.fo í gjár. Men fráboðanir eru komnar kring alt landið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Skaðafráboðanir eru um slíkt sum tekja í gerð í Havn, sum er um at loysna, um skorsteinar sum eru farnir, ein garasjutekja á Sandi fór í luftina, takplátur, sum flugu millum hús í Havn.
Í Miðvági var fráboðan um eina summarhústekju, sum var um at fara, á Argjum var eitt ein bátur, sum stóð í dráttinum, koppaður. Ein bilur koyrdi seg fastan á Vestmannavegnum, og varð fingin leysur aftur.
Soleiðis kundu vit hildið á við at endurgivið úr politirapportini. Tann seinasta fráboðanin kom klokkan 04:30 í morgun, og tilsamans var talan um 67 skaðafráboðanir í ódnarveðrinum um vikuskiftið.