Komandi sunnudag klokkan 14.30 spæla Føroyar annan dystin í bólki D í EM-endaspælinum í Sankt Jakobshøllini í Basel. Tá verður Kroatia mótstøðuliðið.
Kroatia hevur fyrireikað seg til EM-endaspælið við venjingardystum á heimavølli móti Norðurmakedonia og Serbia, og staðfestast má, at tað hevur gingið væl hjá kroatisku kvinnunum.
Ígjár vann Kroatia 30-26 á Serbia. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Fríggjadagin vann Kroatia 26-18 (14-8) á Norðurmakedonia.
Kroatia spælir móti Danmark í fyrsta dystinum í bólki D. Tann dysturin verður leiktur komandi fríggjakvøld klokkan 19.30. Sama dag klokkan 17 spæla Føroyar í somu høll, Sankt Jakobshøllini í Basel móti Sveis.