Nógvar avlýsingar vegna veður

Strandferðslan boðar frá fleiri avlýsingum og broyting í ferðaætlanin í dag

Strandferðslan skrivar á heimasíðuni, at vegna vánaliga verðurforsøgn í dag kann roknast við møguligum avlýsingum ella broytingum á oyggja- og bygdaleiðum.

 

– Ætlanin er, at Bygdaleiðir koyra sambært ferðaætlan frá morgunstundini av. Men móti middegi verður veðrið verri, og tá er sannlíkt, at avlýsingar verða á fleiri leiðum, skrivar Strandferðslan.

 

Kunning um avlýsingar verður løgd út á ssl.fo líka skjótt støða er tikin til koyringina fyri hvørja einstaka leið, siga tey á Strandferðsluni.

 

##med2##

 

##med3##