Bilførari setti koyrikortið í vanda

Ein bilførari koyrdi 114 km um tíman í Kaldbaksbotni – og ein fullur persónur hevur gist á politistøðini í nátt

Ein bilførari setti koyrikortið hjá sær í vanda, tá hann í gjár koyrdi 114 km um tíman á landsvegnum í Kaldbaksbotni. Tað gevur klipp í koyrikortið.

Í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend at koma í Havnar Bio, har ein persónur lá avdottin í gongini, og tey fingu hann ikki at vakna.

Løgreglan fann út av, hvør maðurin var, og hann varð tikin við á støðina. Hann var eisini rættiliga ólátaður ímóti løgreglufólkunum, so hann fær eisini ein bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.