Vil geva Grønlandi og Føroyum meira vald í Ráðharraráðnum

Aðalskrivarin tekur undir við fullum limaskapi fyri Grønland og Føroyar í ráðnum. Tað ynskið skuldi ikki vera "ómøguligt at uppfylla" við Donald Trump sum forseta í USA, sigur hon

Karen Ellemann var fólkatingslimur fyri Vinstra áðrenn hon gjørdist aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2022. (Arkivmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Grønland og Føroyar mugu hava rætt til at virka sum sjálvstøðug lond í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Tað heldur aðalskrivarin í ráðnum, Karen Ellemann. Hon sigur við danska blaðið Politiken, at ynskið skal ikki vera "ómøguligt at uppfylla" við Donald Trump sum forseta í USA.

- Tað er eingin ivi um, at núverandi geopolitiska støðan varpar ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit kunnu halda saman í Norðurlondum og virka sterkt saman, sigur Karen Ellemann.

Morten Dahlin, danskur ráðharri í norðurlendskum samstarvi, sigur, at stjórnin tekur undir við, at Helsingforsavtalan verður broytt, so Føroyar, Grønland og Áland kunnu fáa fullan limaskap.

Longu í fjør skrivaði Mette Frederiksen forsætisráðfrú til sínar forsætisráðharrafelagar í Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi, at hon fegin vildi síggja eina broyting í avtaluni.

Sambært Karen Ellemann kann broytingin vera "løgfrøðiliga fløkt", men tað skal ikki steðga gongdini, sigur hon.

Sambært Politiken avgjørdu norðurlendsku stjórnirnar fyrr í hesum mánaðinum at fáa eina løgfrøðiliga meting av, hvørjar trupulleikar tað kundi elva til, um Grønland, Føroyar og Áland fingu status sum fullgildur limir.

- Beint nú verður arbeitt við løgfrøðiligari kanning, men tað skal ikki forða okkum í at veita politiskan stuðul til endurnýggjað og javnari norðurlendskt samstarv, sigur Morten Dahlin í skrivligari viðmerking til Ritzau.

Í fjør kom fram, at Grønland hevði sett sína luttøku í Norðurlandaráðnum í bíðistøðu.

Sambært Muté B. Egede, táverandi stjórnarleiðara í Grønlandi, var orsøkin, at svenski formansskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum hevði boðað frá, at hvørki Føroyar, Áland ella Grønland vóru boðin á fund um millum annað verjupolitikk.

Núverandi forsætisráðharrin í Grønlandi, Jens-Frederik-Nielsen, er eisini sinnaður at boykotta fundir í norðurlendska samstarvinum, verður sagt.

 

Føroyar eiga at umhugsa, um nøkur meining er at halda fram í Norðurlandaráðnum, um Føroyar ikki skjótt fáa fullan limaskap har, sigur uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum í álti í málið um tilráðingar hjá Norðurlandaráðnum, sum verða til viðgerðar í Løgtinginum í næstum

Næsta ár hava Føroyar og Danmark formansskapin saman í Norðurlandaráðnum.

Hetta eigur at vera eitt gott høvi at fremja ætlanina um at vinna Føroyum fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur uttanlandsnevndin.

Eisini harmast uttanlandsnevndin um, at tað hoyrst so lítið aftur til tilráðingarmar, sum á hvørjum árið verða lagdar fyri Løgtingið.

Ivi er eisini um, hvør hevur ábyrgdina av tilráðingunum, sum vera samtyktar í Norðurlandaráðnum, sigur Uttanlandsnevndin.

Norðurlandaráðið er parlamentariski stovnurin fyri norðurlendskt samstarv og varð stovnað í 1952. Í ráðnum eru 87 fólkavaldir limir úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Føroyum, Grønlandi og Álandi.

Limirnir í Norðurlandaráðnum hittast tvær ferðir um árið, har teir taka avgerðir um mál, sum teir vilja hava norðurlendsku stjórnirnar at finna loysnir á.

 

/Ritzau/

 

Karen Ellemann var fólkatingslimur fyri Vinstra áðrenn hon gjørdist aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2022. (Arkivmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix