ST-matvøruskráin (WFP) noyðist nú at steðga við neyðhjálp til 650.000 børn og kvinnur í Etiopia, veit tíðindastovan AFP at siga.
WFP sigur, at felagsskapinum vantar 222 milliónir dollarar - ella stívliga 1,5 millardir krónur - fram til september fyri at hjálpa hungursraktum í Etiopia.
ST-felagsskapurin sigur í tíðindakrivi, at WFP er hart trýst við fígging til ætlaðu neyðhjálpina.
Sagt verður, at uttan hesa hjálp fer eisini mathjálpin til næstan eina millión flóttafólk í Etiopia at steðga í juni.
- Humaniteri tørvurin í Etiopia er vaksin orsakað av stríði, turki og búskaparligum trupulleikum í landinum, sigur WFP í tíðindaskrivi.
Verdens Gang, sum endurgevur WFP, sigur, at felagsskapurin longu stuðlar 800.000 flóttafólkum í Etiopia, harav 100.000 fólkum úr krígsherjaða Sudan.
Haraftrat kann veksandi ófriður í Suðursudan reka uppaftur 10.000 flóttafólk aftrat um markið til Etiopia.
At enda verður stúrt fyri, at fleiri milliónir fólk í Etiopia fara at svølta, nú WFP er so hart trýst við fígging til neyðhjálpina í landinum.
##med2##