Fremjið fólksins vilja, byggið felagshúsið

Áheitan á kommunustýrið á Eiði:

Húsið, sum farið varð undir á Eiði, snýr seg um, hvat fólkið á Eiði vil. Tað snýr seg um at tryggja børnum, ungum og eldri góðar umstøður og møguleikar. Men arbeiðið er nú steðgað – uttan nakra haldgóða grundgeving. Vit heita tí á kommunustýrið um at taka arbeiðið uppaftur og fremja fólksins vilja. Tað er hóast alt tað, sum bygdaráð skulu gera.

 

Lesarabræv

Í 2021 var fari undir at arbeiða við at fáa tekna eitt nýtt felagshús fyri at betra um umstøðurnar hjá frítíðarskúlanum, ungdómshúsinum og teim eldru, sum húsast í Eiðisstovu.

Á bygdaráðsfundi 18. Desember 2024 handaði Áhugabólkurin fyri Húsinum millum vatna 257 undirskriftir til sitandi og komandi bygdaráð, við vón um, at Húsið millum vatna verður bygt.

Orsøkirnar til nógvu undirskriftirnar eru fleiri: Frítíðarskúlin húsast í einum óhóskandi og ov smáum sethúsum, her manglar eitt ungdómshús, og her er tørvur á betri hóskandi umstøðum til eldrafelagið.

Øll serfrøði vísir á fyrimunirnar við at blanda ættarliðini – at lata børn vera saman við teimum eldru - og at lata tey eldru læra tey ungu. Júst hetta, at lata ættarliðini koma hvørjum øðrum við og hava dagligt samband, er grundhugsanin við nýggja húsinum. Tað hevði verið eitt nýbrot í Føroyum.

Í fýra ár arbeiddu vit støðugt við ætlanini, og hol var sett á byggingina beint fyri, at nýggja kommunustýrið tók við. Tíverri var tað fyrsta, tey gjørdu, at steðga arbeiðinum aftur. Men vónandi síggja tey, at henda verkætlanin hvørki handlar um okkum ella tey, men um hvat eiðisfólk ynskja. Um at styrkja tilboðini í bygdini. Og at skapa sterkari samanhald.

 

Ætlanir við húsinum

Húsið skal byggjast í tveimum hæddum. Í neðra skal frítíðarskúlin húsast, og tað verður ein kærkomin loysn í mun til verandi sethús, sum als ikki eru egnað og sum eru alt ov smá.

Við nýggju hølunum verða umstøðurnar munandi betri bæði fyri børn og starvsfólk. Pláss verður fyri omanfyri 60 børnum, so hædd er tikin fyri, at barnatalið fer at vaksa. Við hesi staðsetingini við síðuna av barnagarðinum kunnu smábarnaforeldur avheinta bæði barnagarðsbørn og børn í frítíðarskúlanum um eina og somu leið, og tað fer eyðsæð at

lætta um í gerandisdegnum.

Í erva verður eitt stórt rúm til ungdómin og eitt stórt rúm til fólk, sum eru 55+. Har eru eitt nú bæði hondarbeiðsstova og garaga, so at tey eldru kunnu leggja lag á hjá teimum ungu – eitt nú við at skrúva upp á knallertir ella at nýta hugflog og hendur.

Vit hava frá fyrsta degi merkt dyggan stuðul millum bygdafólkið, sum hava tikið óalmindiliga væl ímóti tankanum um at styrkja felagskensluna í bygdini við at lata ættarliðini koma hvørjum øðrum við.

 

Eingi argument fyri at steðga ætlanini

Men frá degi til dags varð ætlanin steðgað. Tað eru vit mong, sum eru óalmindiliga hørm um. Serliga tí tað varð gjørt uttan nakra haldgóða grundgeving.

•    Bæði Eysturoyar friðingarnevnd og Yvirfriðingarnevndin hava góðkent byggingina.

•    Kostnaðurin á 20 milliónir er væl bíligari enn líknandi hús kosta aðrastaðni. Bankin hevur góðkent fíggjarætlanina, og var nakað ivamál, so hevði bankin ikki fíggjað.

•    Og meðan vit byggja EITT nýtt hús, fáa vit í sama viðfangi selt TVEY sethús – bæði

frítíðarskúlan og húsini hjá eldrafelagnum, har tey eldru í dag húsast.

•    Hinvegin vita vit, at tað verður dýrt at pjøssa uppá gomlu og óegnaðu sethúsini, har

frítíðarskúlin nú heldur til.

•    Av tí, at veitarin er lokalur, fella allar skattakrónurnar Eiðis kommunu í lut.

 

Eingin verulig grundgeving fyri at steðga arbeiðinum fyriliggur – og tað er ómetaliga harmiligt og skuffandi at síggja, at nývalda kommunustýrið ikki lurtar eftir borgarunum og tekur teirra ynski í álvara.

Vit vit væl, at tað kann vera keðiligt at skula fremja ætlanirnar hjá teimum, sum sótu frammanundan. Men vit taka okkum ikki æruna av húsinum. Tað er fólkið á Eiði – og eingin einstakur politikari – sum ynskir og eigur æruna av hugskotinum um eitt slíkt felagshús. Eitt hús, sum hevði verið ein sannur fongur fyri bygdina og sum hevði ríkað okkum í so mangar

mátar.

Vit vóna so inniliga, at húsið kemur aftur á skrá til gleði og gagns til alt bygdarlívið. At tit venda aftur til kjarnuna í málinum, nevniliga húsið sjálvt og dreymin hjá eiðisfólki um betri umstøður til børn, ung og eldri.

Tað hevði verið tykkum fólkavaldu til miklan sóma.

 

 

 

Vinarliga og við vón um, at málið verður tikið upp aftur

 

Annsy Høghamar, Fríða Jóinsdóttir Joensen, Tummas Súni Joensen, Kristjan Madsen og Kristian Martin Juul.