Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne høvdu undan dagsins dysti á heimavølli í Lollands Bank Arena tapt átta dystir á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
951 áskoðarar vóru kortini møttir at stuðla suðuroyggjamonnum til sigurs í sera týðandi botnuppgerðini móti Odder.
Tað eydnaðist Pæturi og liðfeløgunum at vinna 27-21 á Odder, og harvið fyribils sleppa undan einum niðurflytingarplássi.
Tað gekk serliga væl hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki, og vóru suðuroyggjamenn á odda 13-7 í steðginum. Í seinna hálvleiki eydnaðist at halda munin. Pætur var noteraður fyri eitt mál í dag.
Framman bíða átta harðir dystir hjá Pæturi og liðfeløgunum í stríðnum at yvirliva í deildini.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | HØJ | 17 | 32 |
2 | Aarhus HC | 18 | 31 |
3 | Skive | 18 | 29 |
4 | HC Midtjylland | 18 | 24 |
5 | Lemvig-Thyborøn | 17 | 21 |
6 | Tønder | 18 | 20 |
7 | Rækker Mølle | 18 | 16 |
8 | Norddjurs | 18 | 14 |
9 | FIF | 18 | 14 |
10 | HC Odense | 18 | 13 |
11 | Team Sydhavsøerne | 18 | 13 |
12 | Odder | 18 | 11 |
13 | Faaborg | 17 | 8 |
14 | Roskilde | 17 | 2 |